Marilyn Manson og Johnny Depp syngja duet

Teir hava verið vinir í fleiri ár. Men tað fyrstu ferð, at Johnny Depp og víðagitni Marilyn Manson syngja saman. Tað verður á komandi fløguni hjá Manson, sum eitur Born Villain, og kemur á marknaðin 30. apríl.

 

Í næstan tjúgu ár hava Johnny Depp og Marilyn Manson verið vinmenn.

 

Johnny hevur havt løg hjá Marilyn Manson á fløgum til filmar hjá sær. Og teir báðir eru mangan sæddir saman til veitslur og frumførslur av filmum.

 

Nú fara teir undir eitt samstarv eisini, tí Depp og Manson syngja eitt lag saman á komandi útgávuni hjá Marilyn Manson. Og lagið, sum teir báðir skulu syngja, er 70’ara hittið hjá Carly Simmons, You’re So Vain.

 

Popplagið snýr seg um ein av fyrrverandi makunum hjá Simons, og hvussu sjálvupptikin viðkomandi var. Summi vilja verða við, at sangurin er um Mick Jagger.

 

Marilyn Manson skal framføra til Copenhell festivalin í Keypmannahavn, sum verður 15. og 16. juni.

 

kelda: bt.dk