Marianne Florman vitjar

Marianne Florman, vertur í heilsusendingini Ha’ det godt á Danmarks Radio, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Her heldur hon fyrilestur, og kannar sær møguleikarnar fyri at gera eina Ha’ det godt-sending

Vitjan

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tvær ferðir evropameistari við danska landsliðnum í kvinnuhondbólti, og núverandi fyrilestrahaldari og sjónvarpsvertur í heilsusendingini á Danmarks Radio, Ha’ det godt, Marianne Florman, vitjar í hesum døgum í Føroyum.

Hetta er hennara fyrsta vitjan á oyggjunum, og er hon boðin higar at halda fyrilestur hjá Føroya Tele um samstarv.

Umframt hetta, hevur hon eisini valt at steðga í Føroyum nakrar dagar, har hon ætlar sær at uppliva eitt sindur av oyggjunum og lodda dýpið fyri, hvat heilsa og tað, at vera sunnur, merkir fyri føroyingar.

- Eg havi eisini hugsað um at gera eitt lítið kanningararbeiði, og møguliga koma til Føroyar at gera eina av Ha’ det godt- sendingunum, sigur Marianne Florman.

Í dag arbeiðir hon dagliga sum sjónvarpsvertur, lærari, fyrilestrahaldari og rithøvundur. Men áðrenn hon á fyrsta sinni royndi seg sum sjónvarpsvertur, var hon longu kend sum hondbóltsspælari.

Í 1990 varð hon úttikin til danska kvinnuhondbóltslandsliðið, og var hon á liðnum tá tær í 1993 vunnu silvur í heimsmeistarakappingini, í 1994 vunnu EM-gull í Týsklandi og tá tær í 1996 vunnu gull í bæði EM og OL.


Leitar eftir næmingum

Umframt at Marianne Florman skal halda fyrilestur í Føroyum, hevur hon eisini eini onnur ørindi her.

- Eg eri eisini lærari á Bosei ítróttareftirskúlanum, og tí royni eg eisini at reklamera eitt sindur við hesum skúlanum. Bosei er ein ítróttareftirskúli, sum undirvísir millum annað í judo, karate, taekwondo, japanskum og nógvum øðrum. Og vit fara at byrja eitt nýtt hold í januar, so nú royni eg at finna føroyskar næmingar til okkara skúla, greiðir Marianne Florman frá.

Marianne Florman verður í Føroyum til sunnudagin, og ætlar hon eisini at njóta hesa tíðina til fulnar.

- Eg vónaði at sleppa runt ein túr í oyggjunum og síggja eitt sindur av hvørjum. Og so eri eg eisini so heppin, at tað er so lekkurt veður í morgun. Hetta er ein fantastisk sjón fyri eygað, sigur Marianne Florman.