Marianna G. Eystberg hevur verið millum mest eyðsýndu spælararnar hjá Kyndli farnu kappingarárini. Seinastu vikurnar hevur hann fjakkað, og hevur ikki verið partur av Kyndils-liðnum fyrrenn nú.
Hóast hon ikki er í fullari venjing gjørdist Marianna G. Eystberg toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum, tá hon og liðfelagarnir á heimavølli taptu 18-24 (9-13) ímóti VÍF.
Marianna G. Eystberg viðgongur, at tað er tungt at byrja aftur aftaná eina heldur drúgva fráveru frá hondbóltinum. Um dystin í dag staðfestir hon, at tær í Kyndli mistu takið á dystinum aftaná tær javnaðu til 14-14 tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir hetta tók VÍF yvir og Viviann Petersen í VÍF-málinum hevði nógvar týðandi bjargingar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Marionnu G. Eystberg beinleiðis á FM1 aftaná 18-24 (9-13) tapið ímóti VÍF.
HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við málverjan hjá VÍF, Viviann Petersen.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 5 | 145 | 123 | 22 | 10 |
VÍF | 6 | 166 | 134 | 32 | 9 |
NEISTIN | 6 | 136 | 124 | 12 | 7 |
KYNDIL | 6 | 135 | 160 | -25 | 4 |
STJØRNAN | 5 | 116 | 122 | -6 | 3 |
STÍF | 6 | 115 | 150 | -35 |