Kyndil er sum væntað í steypafinaluni hjá kvinnum í hondbólti. Kyndilskvinnur vunnu í dag tryggan 33-23 sigur á unga H71-liðnum. Samanlagt vinnur Kyndil við 22 málum, sum eisini sigur nakað um styrkismunin millum liðini í løtuni.
Kyndil vann fyrru hálvfinaluna í Hoyvík 31-19, har tað longu aftaná eitt lítið korter var 8-0 til favorittarnar úr Kyndli. Tí var lítil spenningur undan seinnu hálvfinaluni í dag, hóast báðir partar vóru søgdu, at dysturin skuldi spælast við fullari ferð.
Ein teirra sum segði tað var Marianna G. Eystberg hjá Kyndli. Hon skoraði 10 mál í dag. Anna Brimnes er eisini komin heim til endaspurtin í steypakappingini. Hon skoraði fýra mál í dag. Sigurin var ongantíð í vanda. Í hálvleikinum var støðan 18-6.
Í morgin verður seinna hálvfinalan millum VÍF og VB. Her er VÍF stórfavorittur at vinna, eftir at tær vunnu 28-18 í Vági fyrr í vikuni.
Steypahondbóltur – kvinnur:
Kyndil (31) – (19) H71 33-23 (18-6)
Kyndil vinnur samanlagt 64-42
Kyndil: Marianna G. Eystberg 10, Súna K. Hansen 7, Anna Brimnes 4, Bjarta Johansen 3, Turið Arge Samuelsen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Beinta Bárðardóttir 1, Lea Durhuus 1, Sólja B. Poulsen 1, Rúna H. Brimnes 1
H71: Maria H. Weyhe 10, Áska K. Hansen 3, Karin Simonsen 3, Durita Toftum Joensen 2, Anna á Steig 1, Sanna Gunnarstein 1, Maria Ingolfsdóttir 1, Katrin Højsted 1
(Myndirnar eru frá fyrru hálvfinaluni)