Marianna: Onkur mátti skjóta brotskastið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Stórskjúttin hjá VÍF iðrar seg um brenda brotskastið ímóti dystarenda

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við stórskjúttan hjá VÌF, Marionnu Holm Jacobsen, aftaná Marianna hevði tapt tepurt 16-17 ímóti Neistanum í Coca Cola steypafinaluni.

 

Marianna átti sín stóra lut í, at VÍF ikki var nógvar marginalar frá einum møguligum steypasigri. Hon helt VÍF inni í dystinum við nógvum málum, men í alt avgerandi løtuni, tá hon skuldi skjóta brotskast við støðuna 16-16 ímóti dystarenda var eydnan henni ikki blíð, tá Fríða í neistamálinum bjargaði.

 

Marianna staðfestir, at tað er sárt at tapa á ein slíkan hátt, men hon slær fast, at onkur mátti skjóta brotskastið, og hon er ongantíð bleik at taka á seg eina slíka uppgávu. Hon heldur, at tað fer at taka eitt sindur av tíð at koma yvir vónbrotið, men hon vónar at fáa møguleikan aftur at vinna Coca Cola steypið.