Í kvøld verður hondbólturin heiðraður á árligu gallaveitsluni, sum HSF og feløgini skipa fyri.
Nógvir heiðrar skulu latast og fyri løtu síðani vóru teir fyrstu latnir
Tað vóru toppskjúttarnir í landskappingunum báðum, ið fingu sínar heiðrar.
Hjá kvinnum fekk Marianna Geirsdóttir Eystberg heiðurin við sínum 149 málum. Merkisvert er, at kyndilsleikarin spældi ikki fyrstu fýra dystirnar í kappingarárinum, har Kyndil sigdi í tungum sjógvi.
Hjá monnum var tað, eins og seinastu sjey árini, Filip Jojic, ið gjørdist toppskjútti. Hann skeyt 185 mál og er tí toppskjútti áttanda árið á rað í fremstu mansdeildini. Harafturat er hevur hann skotið flest í Føroyum í teimum 15 árunum, har fullfíggjað hagtøl finnast.