Marianna Mørkøre í Blueprint

Marianna Mørkøre, sum herfyri vann eina stóra kapping fyri síðstaárs mótalesandi í Onglandi, fekk nakað eftir kappingina, sera góða umtalu í blaðnum Blueprint, ið er fremsta blaðið innan design, arkitektur og mentan

Marianna hevði til fráfaringaruppgávu sína gjørt ein kassa, við einum lítlum holi at hyggja ígjøgnum. Inni í kassanum var ein projektørur, ið vísti ein film av gentum, sum m.a. hoppaðu band og elastik í Havn. Eisini hevði hon sett fleiri spegl upp inni í kassanum, so myndin bleiv brotin og kastað aftur fleiri ferðir.
Marianna hevði bundið nøkur av klæðunum, sum genturnar vóru í, men legði serliga dent á ljós, ljóð og rúmd.
Henda verkætlanin bergtók strongu dómararnar so mikið, at Mariann vann sera hørðu kappingina fyri nýskapandi hugsunarhátt.

At koma í blaðið Blueprint er ein ógvuliga stórur heiður og ein stór viðurkenning. Serliga fyri ungar og óroyndar sniðgevar er tað av stórum týdningi at fáa umtalu í hesum blað, sum øll innan mótaheimin lesa.
Á heimasíðuni www.design4design.com, ið er ein mótasíða burturav, stendur m.a. soleiðis um Blueprint:
Blaðið verður skýrt at vera uttan kapping frá hinum bløðunum á marknaðinum, at hava fantastiskar myndir og framúr góða skriving. Blueprint megnar betur enn nakað annað blað at útvega nýggjar hættir at síggja design og samfelag uppá.
Tey, ið lesa Blueprint eru bæði elitan innan design og arkitektur, núverandi, væletableraðar stjørnur eins væl og morgindagsins komandi nøvn.

Blueprint hevði m.a hetta at siga um Marionnu og endaligu uppgávu hennara.

" Í fyrstuni sær kassin ikki út av nógvum, men tá tú hyggur inn í hann, verður ein heilt nýggjur heimur opinberaður. Hetta er heimurin hjá Marionnu Mørkøre...
Mørkøre, 26, er voksin upp í Føroyum...Í filmi hennara, sum er tikin upp í heimlandinum, síggjast modellir spæla, við føroysku fjøllunum og havinum í bakgrundini... Myndirnar av gentunum og fjøllinum rundan um Tórshavn verða reflekteraðar og brotnar av ymsu speglunum inni í kassanum.
Marianna sigur, at ætlanin bert var at seta móta inn í ein øðrvísi samanhang, og at hon ikki ætlaði at nýta heilt serliga landslagið har heima til at eksperimentera við. Hon sigur tó, at hon er ógvuliga ávirkað av stóru, fríu víddunum í Føroyum...
Mørkøre ætlar sær at arbeiða sjálvstøðugt, heldur enn at elta eina yrkisleið innan mótaheimin. Hon ætlar sær heldur at arbeiða innan film...
Watch this space..."