Marianna í serflokki á Hálsi

Marianna G. Eystberg skoraði ikki færri enn 14 mál, tá Kyndil í dag vann rótutan sigur á Stjørnuni

Kyndil vann í dag 23-13 á Stjørnuni, og hevur lagt seg trý stig á odda í Hvonn deildini. Í hinum dystinum, sum var í dag, vann VB 21-17 á StÍF.

 

Á Hálsi var lítið samanhangandi spæl at síggja, tá Kyndil uttan stórvegis mótstøðu vann 23-13 á Stjørnuni. Gestirnir bitu frá sær í fyrra hálvleiki, og ein part av seinna hálvleiki, men Kyndil hevði allatíð munin og vann við tíggju málum.

 

Stóri spælarin á vøllinum var evnaríka Marianna G. Eystberg. Hon skoraði ikki færri enn 14 mál. Hon skoraði sjey í fyrra hálvleiki og sjey í seinna hálvleiki. Næst toppskjútti var Turið A. Samuelsen, sum skoraði fýra mál.

 

Fyri Stjørnuna skoraði Durita Thomsen fimm mál. Fýra av teimum komu í fyrsta korterinum, tá Stjørnan royndi at bíta frá sær. Tær vardu eisini væl í seinna hálvleiki, tá tað tók Kyndli tólv minuttir at fáa hol á.

 

Dysturin fer í søguna sum ein rótutur dystir, har bæði liðið gjørdu alt ov nógvar villur, til at talan bleiv um ein góðan hondbóltsdyst. Kyndil er nú trý stig fremst á stigatalvuni, men hevur spælt tveir dystir fleiri enn Neistin á øðrum plássi.

 

Í Vági vann VB 21-17 á StÍF. Her vóru tað Rannvá Johannesen og Gurið K. Mortensen, sum enn eina ferð gingu á odda fyri VB. Tær skutu ávikavist sjey og seks mál.

 

Kyndil – Stjørnan: 23-13 (12-6)

Kyndil: Marianna G. Eystberg 14, Turið A. Samuelsen 4, Bára K. Hansen 2, Bjarta Ó. Johansen 2, Beinta Bárðardóttir 1

 

Stjørnan: Durita Thomsen 5, Marta Beljic 3, Simona Iacob, Jancy Jacobsen 1, Tóra Eliasen 1, Ella Petersen 1