Tvær av mongum føroyskum hondbóltsútisetum eru Marianna G. Eystberg og Magna Tórðardóttir, ið hetta kappingarárið hava roynt seg í HIK Hellerup í triðbestu deildini í Danmark.
Fyrr í dag vann HIK sær uppflyting til næstbestu deildina. Tað gjørdist veruleiki tá HIK á heimavølli vann stórsigur 35-25 á Nykøbing. Í steðginum var HIK á odda 17-13.
Marianna var ikki við vegna skaða. Magna Tórðardóttir var á vøllinum seinastu 30 minuttirnar, men var ikki millum málskjúttarnar.
Fyri stuttum stórspældi Marianna í EM-undankappingardystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Eysturríki á útivølli, har hon skoraði ikki færri enn 12 mál.