60.000 krónur úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum vórðu í dag lætnar Marionnu Mørkøre 29 ára gamla listakvinnan, sum fæst við tónleik, grafikk, film, móta og dans fekk í dag handað gávugóðs úr grunninum, sum á hvørjum ári stuðlar einum ungum listafólki.
Í grundgevingunum varð millum annað sagt, at Marianna hevur víst hegni og stórar skapanargávur á fleiri listarligum økjum. Hon arbeiðir við tónleiki, grafikki, filmi og dansi. Listaverkini hjá Marionnu flyta mørk og bróta niður vanabundna hugsan um list.
Marianna eru útbúgvin bachelor innan móta. Longu undir útbúgvingini, sum fór fram í London, gjørdi hon vart við seg, tá hon vann eina skúlakapping.