Marianna Eystberg havt síðsta starvsdag

Fríggjadagin var samkoma í Stóra Pakkhúsi í Vági í samband við, at Marianna Eystberg fer frá sum leiðari á posthúsinum í Vági

Nógv fólk var komið saman á samkomu í Stóra Pakkhúsi í Vági fríggjadagin. Samkoman var í samband við leiðaraskifti á posthúsinum í Vági.
Marianna Eystberg fer frá vegna aldur, eftir at hava starvast á deildini í Vági í útvið 26 ár. Joan Poulsen tekur nú við sum leiðari.
Stjóri og leiðsla á Postverkinum vóru á samkomuni og søgdu nøkur orð og takkaðu Marionnu fyri trúgva tænastu hesi mongu árini.
Marianna byrjaði á posthúsinum 1. apríl í 1981 og hon hevur trivist væl í starvinum.
Hon sigur seg hava havt góðar starvsfelagar og hon metir, at posthúsið hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss.
Marianna sigur, at sera nógv er hent hesi árini, hon hevur starvast á deildini í Vági, men stórar broytingar eru fyri framman, sum hon eisini kundi hugsað sær at verið við til.
Men nú er annað á skránni hjá Marionnu.
Hon fer nú at taka sær av sínum 8 ommubørnum. Hon hevur eisini verið virkin bridgespælari og tað ætlar hon sær nú at taka uppaftur. Og so vónar Marianna, at hon eisini fær stundir at lesa nakað av tí, ið hon ikki hevur havt stundir at lisið.