Eingin ivi var um, at heilt stóri profilurin í teimum báðum FM-finalunum hjá kvinnum var blaðunga Marianna Geirsdóttir Eystberg úr Kyndli. Hon var besti málskjúttin hjá Kyndli í báðum finaludystunum, og í fleiri øðrum dystum í vár hevur hon prógvað, at hon verður ein avgjørdur lyklaspælari hjá Kyndli komandi tíðina.
Marianna fekk eisini heiðurin sum ársins stjørnuskot hjá kvinnum. Heiðurin vann hon í kapping við Biritu Jacobsen og Jancy Jacobsen.









