Marianna er í bretsku design elituni

Hvørt ár eru allir bretskir designskúlar við á eini messu, har tey bestu í fráfarandi árganginum verða funnin. Allir skúlarnir velja tríggjar av sínum næmingum til at umboða seg. Marianna Mørkøre úr Havn var ein teirra, ið var vald at umboða Ravensbourne College of Design and Communication, har hon hevur nomið sær BA útbúgving í Fashion Promotion. Marianna prógvaði væl og virðiliga, at hon var verd heiðurin at umboða skúlan, tí hon vann hørðu kappingina um "the Media & Design Award"

British Graduation Fashion Week (GFW), er eitt árligt tiltak, sum vísir endaligu verkætlanina hjá trimum teimum bestu næmingunum á øllum design skúlunum í Bretlandi. Tað eru eini 30 skúlar í alt, so tað er hørð kapping um at sleppa við og at vinna ymisku virðislønirnar, sum verða latnar. Endamálið við messuni er at sýna tey nýggju talentini fram fyri móta vinnuni.
Ein av teimum, sum slapp ígjøgnum tronga nálareygað, var Marianna Mørkøre. Og tá avtornaði, stóð hon við einum steypið, einum kekki og nógv víðkaðum arbeiðsmøguleikum í framtíðini.
? Tað byrjaði við, at eg, saman við tveimum øðrum, bleiv vald út til at umboða mín skúla á GFW. Tað var sjálvandi spennandi, tí har eru nógv kend fólk og nógv kend mótabløð, sum koma at forvitnast um teir nýggjastu spírarnar innan mótaheimin, greiðir Marianna Mørkøre frá. Á messuni eru catwalk-show við klædna kollektiónum og básar við alskyns móta relateraðum tingum, t.d. fotomyndum, accesories og ymsum móta vørum.
-? Eg visti beinanvegin, at eg ikki hevði hug at gera eitt vanligt catwalk show. Eg valdi heldur at gera ein stuttfilm, við denti á ljós, ljóð og rúmd, sum vísti brot úr ymiskum spølum, t.d. gentur, sum hoppaðu band og lastikk, sigur Marianna.
Hon greiðir frá, at messan vardi í fýra dagar. Teir fyrstu dagarnar vóru framsýningar og seinasta dagin var stórt gallashow, har vinnararnir vórðu útnevndir.
Dómarar í kappingini vóru blaðstjórarnir á kendu mótabløðunum GQ og Blueprint. Teir gingu runt og hugdu at øllum verkætlanunum, og skuldu so nominera tríggjar næmingar til hvørja virðisløn. Eini 17 virðislønir vórðu latnar, m.a. fyri besta bás, bestu kollektión, bestu textilir, besta marknaðarføri o.s.fr.
?Móti endanum á fyrsta degnum komu dómararnir og søgdu, at teir møguliga ætlaðu at nominera meg til "the Media & Design Award" , men teir vildu fegnir hava meg at greiða teimum nærri frá um verkætlanina hjá mær fyrst. Eg havi verið til so nógvar tílíkar kappingar, meðan eg havi gingið á skúlanum, so eg tók tað púra róligt. Mín veikasta síða er at skula práta um tingini hjá mær og greiða frá, so eg fór bestemt ikki upp at flúgva fyri tað um teir vildu práta við meg, greiðir Marianna frá.

Vinnandi uppgávan
? Arbeiðið við endaliga projektinum byrjaði í jólaferiuni, tá vit sjálvi skuldu gera okkara uppgávuorðing. Hjá mær var hugskotið um at gera okkurt øðrvísi enn eitt vanligt catwalk berandi allatíðina. Eg valdi heldur at gera ein stuttfilm, har umstøður, ljóð og rútmur viga meiri enn klæðini sjálvi. Ofta haldi eg, at tú líkasum ikki fært nakað fornemmilisi av klæðunum ella av umstøðunum, sum klæðini skulu vera í, tá tú hyggur at einum catwalki.
?Eg fór heim til Føroya at filma í páskafrítíðini, væl stuðlað av Atlantic Airways. Eg bleiv liðug við upptøkurnar í apríl mánað, men so hugsaði eg, at tað kanska var nakað óuppfinnsamt bara at vísa filmin á einum hvítum løriftið, so eg byrjaði at hugsa um onkran spennandi máta at vísa filmin uppá, greiðir Marianna frá.
Hon sigur, at hon avgjørdi at gera eina rúmd at vísa filmin í. Hon evnaði ein kassa, har hon setti ein projektør, ið vísti filmin, og tvey spegl inní. Hetta arbeiðið varð gjørt við hjálp frá teimum, sum ganga á møbeldesign skúlanum. Í tveir dagar arbeiddu tey við at finna júst tann rætta vinkulin til speglini, soleiðis, at myndin bleiv brotin akkuat har hon skuldi. Úrslitið var eitt slag av filmscollagu, har tú bert sást reflektiónina av filminum í speglunum. Hvørki projektørur ella hátalarar sóust. Filmurin var loopaður, tvs, at hann koyrdi umaftur og umaftur allatíðina. Bert einastaðni á kassanum var eit lítið hol, so tað bar til at hyggja inn og síggja filmin. Men hátalararnir vóru rættiliga hart frá, so ljóðið fangaði tey, ið gingu framvið.
?Við í filminum hjá mær vóru Rannvá Justinussen, Kristina Ougaard, Julianna Mørkøre og Mathilde Mader. Tær siga einki, men hava ymiskar rútmiskar rørslur, tí filmurin er bygdur á spæl. Hann vísir t.d. at tær hoppa lastikk og band, og ein teirra dansar steppdans úti í regninum. Eg havi serliga lagt meg eftir at vísa ymiskar støður, har klæðini verða sett inn í ein samanhang við gerandisumstøðum, veðri og ljóði. Ljóðið á filminum eru rútmurnar, ið koma av, at genturnar t.d. hoppa band í takt. Ella at ein teirra steppdansar. Eg valdi at lata klæðini koma í aðru røð, og eg havi tí bert designa uml. helvtina av klæðunum, sum tær eru í. Annars vóru tær í ymiskum gomlum klæðum, sum tær eiga sjálvar, sigur Marianna.


And the winner is..
Táið gallakvøldið kom, visti Marianna framvegis ikki um hon var ein av teimum nominerðau. Hon hevði verið og greitt dómarunum frá um sína verkætlan, men hon hevði einki frætt aftur.
? Gallashowið var skipað júst sum hesi stóru Awards showini, t.d. Brit Awards ella MTV Awards. Tað vóru kendir vertir og kend fólk innan mótaheimin komu út og presenteraðu tey trý, sum vóru nominerað. Eg visti ikki av, at eg var nominerað, so eg bleiv kløkk tá eg hoyrdi mítt navn ímillum tey trý. Tá eg so hoyrdi: And the winner is.. og so mítt navn, tá visti eg ikki hvat eg skuldi gera. Tað var ófatuligt. Eg ristist, tá eg fór upp á pallin at taka ímóti steypinum og kekkinum, sum var á 750 pund. Tað var fantastiskt, sigur Marianna. ? Hatta var veruliga ein góður endi á alt stríðið og stressið, eg havi havt.
Eftir showið komu dómararnir yvir og prátaðu við hana, og róstu hennara arbeiði. Teir søgdu, at tað var væl gjørt og spennandi. Tað, at hon hevði útnyttað rúmdina, ljósið og ljóðið so væl, var avgjørt eitt pluss afturat øðrvísi filminum. Serliga blaðstjórin á Blueprint, var serliga áhugaður, og vildi fegin hava myndir og samrøðu við Marionnu í blaðið. Marianna sigur, at hetta avgjørt hevur givið henni motivatión at halda fram við skapandi arbeiðnum.
? Eg komi ikki heim nú, hóast skúlin verður liðugur um fjúrtan dagar. Nú fari eg at royna meg, og vita um eg klári at yvirliva í London. Eg ætli mær at royna at fáa okkurt assistent arbeiði innan film, tí tað er avgjørt tann vegin, at eg havi hug at fara, greiðir Marianna frá.
?Nú havi eg verið í London í fýra ár, og eg havi bygt mær nógvar kontaktir upp. Tankin um at fara at byrja av nýggjum onkra aðra staðni er ikki so tiltalandi júst nú, sigur hon.
Við at vinna "the Media & Design Award", hevur Marianna sligið sítt navn fast innan mótaheimin. Hon hevur prógvað, at hon, innan hetta økið, er tann besti nýklakti næmingurin við BA í Fashion Promotion í øllum Bretlandi. Og tað er sanniliga ikki so lítið. Vit ynskja Marionnu tillukku og góða eydnu.