Marianna er ein havnamynd, hon hevur starvast í ymsum handlum í Havnini stórsta partin av sínum vaksna lívi. Vit minnast hana hjá Jóan Jakku, í Sápuhúsinum, hjá Sunnevu Gram, í Samvinnufelagnum og til endans í Madan L. Nú er handilsdiskurin skiftur út við kokkagrýturnar, og kundarnir skiftir út við vøggustovubørn. Marianna starvast nú í køkinum á Vøggustovuni við Velbastaðvegin, og um kvøldarnar vaskar hon á Skipafelagnum. Marianna hevur verið og er ein álitiskvinna á abeiðsplássinum. Hon er gift við Árna Dam, og eiga tey børnini: Mathildu, Janus og Niels Una.










