Fríggjadagin 14. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Marianne Bech Gjoveraa upp í Galerie Focus í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn. Framsýningin er opin til 27. februar, týsdag til fríggjadag kl. 15 - 18 og leygardag kl. 16 -18.
Marianne, fødd 1945 í København, gekk á vevskúla í Danmark saman við Marjun Sigurðardóttir (sala). Marianne kom sum ung til Føroyar, saman við Marjun Sigurðardóttir og møtti manninum, Árna Gjoveraa. Tey fingu dóttrina, Barbaru, í 1976, og Barbara eigur tvær døtur. Barbara og døturnar búgva hjá Marianne og Árna.
Marianne hevur gingið á kvøldskúla hjá Jónu Rasmussen, prent og hjá Oggi Lamhauge, máling. Eg tosaði við Oggi og hann segði, at Marianne brúkti altíð gott tilfar og ein vani hjá henni var at hyggja í handlum eftir tilfari til tekning og prent, eins og menn ganga í amboðshandlum. Hon hevur eisini undirvíst í kvøldskúlanum í veving og, siga nógv, at hon hevur eitt sera gott handalag.
##med2##
Marianne hevur vovið toy fyri fólk, til føroysk klæðir.
Hon hevur í nógv ár eisini fingist við list m.a. gjørt prent, málað, gjørt smáar standmyndir (figurar) og vovin veggprýðir.
Hon hevur m.a. sýnt fram á Ólavsøku framsýningini í Listaskálanum og í Smiðjuni í Lítluvík.
Marianne hevur fingið amputerað tað mesta av báðum beinunum, og situr í koyristóli heima í einum kamari við hospitalsong. Hon hevur eisini trupult við at tosa. Men hon fær hjálp frá heilsuverkinum og dóttirin hjálpir við tí húsliga. Hon er á Láargarði hvønn hósdag til avlasting. Tað er einki hon kann gera, ella uppliva enn tað, sum hon situr og sær.
Eg havi tosað við listgrafikararnar Jónu Rasmussen og Oggi Lamhauge, sum siga, at tey, í fleiri ár, hava tosað við Tórshavnar Kommunu um møguleikan at fáa høli til Føroyskir Listagrafikarar, men tað hevur verið ómøguligt at finna eina loysn.
Føroyskir Listagrafikarar eru nøkur (10-15) sum vanliga prenta har tey búgva. Upplagið er í mesta lagi 10 eintøk, kanska verður bara eitt prent gjørt. Tað er nakað heilt annað enn vit kenna sum steinprent, sum ger uppløg á 40 til 150 eintøk. Virðið er størri jú færri eintøk eru gjørd.
##med3##
Umstøðurnar hjá føroysku listagrafikarunum eru ofta vánaligar. Millum annað hjá Marianne Gjoveraa er tað ómøguligt, at koma aftur í kjallaran, har hon fyrr gjørdi prent. Høvdu Føroyskir Listagrafikarar eitt felags høli, kundu hon og onnur hjálpst at prenta har. Aðrastaðni í Norðurlondum er vanligt, at listagrafikarar, sum vanliga gera smá upplegg (fá eintøk av einum prenti), fáa stuðul frá tí almenna. Kundi hugsast at leigan m.a. kundi gjaldast við prentum. Prent, sum kunnu brúkast sum gávur til viðskiftafólk.
Á framsýningini í Galerie Focus eru prent, figurar, vovin veggteppir og málningar.













