Mariann vitjar Pernille Aalund

Mariann Poulsen verður gestur hjá Pernille Aalund komandi týsdag. Eisini fer Peter Lundin at siga sína søgu um giftarmálið við havnargentuni Síðani hon tann 28. september varð gift við hópdrápsmanninum, Peter Lundin, hevur 24 ára gamla Mariann Poulsen verið at sæð í bæði bløðum og sjónvarpi.

Týsdagin vitjar hon á væl umtókta Qtv á Kanal4, har hon er gestur hjá Pernille Aalund.

Umframt at hava vitjan av Mariann, hevur Pernille Aalund eisini vitjað hjá Peter Lundin, og hann fer eisini at geva sína frágreiðing um kærleikssøguna og 11 daga langa giftarmálið.

Sendingin verður á skíggjanum týsdagin klokkan 21.