Fyrradagin var Mariann Poulsen í fongslinum og vitjaði Peter Lundin Sambært Ekstrablaðnum var Mariann Piulsen í Østjyllands Statsfængsel uttan fyri Horsens seinnapartin hósdagin og vitjaði Peter Lundin.
Sambært blaðnum vardi vitjanin tríggjar tímar, og blaðið skrivar, at Mariann Poulsen hevði so stóran skund, tá hon fór avstað aftur við bili sínum, at blaðmaðurin hjá Ekstrablaðnum hevði ongan møguleika at fylgja henni.
Ekstrablaðið undrast á vitjanina og vísir á, at Mariann Poulsen fleiri ferðir hevur sagt, at hon vildi einki hava við Peter Lundin at gera longur, og at tey skuldu skiljast.










