Ungdómur
Týsdagin hevði redaktiónin í Saltangará vitjan av Hera á Rógvi, sum starvast á Sosialinum og tveimum skúlanæmingum, sum eru í starvsvenjing á Sosialinum.
Næmingarnir, sum eru úr 10. flokki í Tvøroyrar skúla, eru Mariann Mortensen og Birita í Dali, báðar 16 ára gamlar.
Heri kom framvið í arbeiðsørindum og hevði starvsnæmingarnar við sær.
Í Tvøroyrar skúla eru tveir 10. flokkar, har umleið 20 mæningar eru í hvørjum flokki. Flokslærari hjá Mariann og Biritu er Jean Dimon. Flokslærarin hjá hinum flokkinum er Turið Vestergaard, sum er mamma Biritu.
Á háskúla
Hetta er onnur vikan hjá Mariann og Biritu á Sosialinum. Seinast, tær vóru í starvsvenjing,
var Mariann á Royndarstøðini í Kollafirði, og Birita var í Útvarpi Føroya.
Tá ið tær koma suðuraftur til Tvøroyrar, verður vanlig skúlagongd ta fyrstu
vikuna; síðan verður jólaroynd.
Eftir loknan 10. flokk, ætla tær at arbeiða í eitt hálvt ár og síðan fara á
háskúla í Danmark í 4 ella 6 mánaðir, frá januar 2004 til summarfrítíðina.
Afturkomnar úr Danmark fara tær báðar ætlandi á studentaskúla í Vági.
Báðar siga seg dáma sera væl á Sosialinum. Tær hava skrivað tríggjar
blaðgreinar saman ? og tann fjórða er á veg?
Sosialurin ynskir Mariann og Biritu góðan byr.