Mariann eigur og rekur Rosah

- Mín fremsta uppgáva er at ráðgeva og selja hjálpartól, sigur Mariann Poulsen Garðalíð, handilseigari.

Nýggjur handil læt herfyri upp í Saltangará.

 

Tað er Mariann Poulsen Garðalíð, sum eigur og rekur handilin, ið hon hevur givið navnið Rosah, ið er ein stytting av "Ráðgeving og søla av hjálpartólum".

 

Handilin húsast í góðum hølum á Heiðavegur 25, beint út til høvuðsgøtuna í Saltangará. In.fo vitjaði inni á gólvinum, tá handilin læt upp, og her hittu vit handilseigaran.


- Mín fremsta uppgáva er, sum navnið sigur, at ráðgeva og selja hjálpartól. Hjálpartól í hesum høpi fevna eisini um vørur sum rampur, madrassur, góðir stólar/ kontórstólar og skrivaraborð.

 

Mariann Poulsen Garðalíð sigur, at hon eisini hevur ymiskt, sum stimbrar kroppin, soleiðis at fólk kunnu venja og halda førleikarnar viðlíka. Her er eisini ymiskt til sansastimbran.

 

- Mín ráðgeving er ætlað bæði privatum og stovnum, har vit í felag kunnu koma fram til, hvørji hjálpartól tørvur er á.

 

Rosah veitir eisini ráðgeving til tey, sum tekna og gera bygningar, bæði alment og privat.

 

- Soleiðis kunnu hesi eisini fáa ein ergoterapeutiskan vinkul við, tá bygt ella umbygt verður, sigur nýggi handilseigarin í Saltangará, Mariann Poulsen Garðalíð.