Nógv bendir á, at danska Mariann Fischer Boel heldur fram sum ES-kommiserur í landbúnaðarmálum Í Bruxelles eru tey so væl nøgd við arbeiðið hjá danska landbúnaðarkommiserinum Mariann Fischer Boel, at tey vilja hava hana at halda fram.
Politiken skrivar, at José Manuel Barroso, ES-nevndarformaður, hevur biðið Mariann Fischer Boel halda fam í starvinum, og at tað sama hava fleiri landbúnaðarráðharrar gjørt.
Blaðið sigur seg eisini hava skilt, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil fegin hava tann 66 ára gamla floksfelagan at halda fram í Bruxelles.
Um ein mánað verður Barroso afturvaldur til formann í ES-nevndini, og tá fer hann væntandi formliga at biðja danska kommiserin halda fram í nevndini.










