»Latið verða við at seta tykkum í samband við hann, uttan mun til hvat hann skrivar í einum brævi. Latið tykkum ikki lumpa«.
Soleiðis ávaraði Mariann Poulsen kvinnur alment í sovæl »Go’ aften, Danmark« sum í QTV, hjá Pernille Aalund móti Peter Lundin.
Men hendan ávaringin er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri Mariann sjálva. Í hvussu er setti hon tríggjar tímar av til at vitja Peter Lundin í Statsfongslinum í Horsens seinnapartin í gjár.
Ekstrablaðið fylgdi føroysku gentuni, tá hon klokkan 16.20 danska tíð fór inn í Statsfongslið í Horsens at vitja hennara nú eksmann, hópdrápsmannin Peter Lundin.
At tey bæði nú eru skild váttar sakførarin hjá Mariann Poulsen, Jógvan Páll Lassen. Hann sigur eisini, at hann ikki hevur havt samband við kanska mest kenda føroyingin í danska ríkinum í løtuni, síðani hjúnarskilnaðurin var avgreiddur.
Um tað var í eini roynd ikki at verða kend aftur skal ikki kunna sigast, men Mariann Poulsen hevði litað brúnu lokkarnar ljósar, eins og myndin sýnir.
Sambært Ekstrablaðnum hevði 24-ára gamla Mariann Poulsen stóran skund, tá hon eftir trimum tímum í »selskapi« við eksmannin kom út úr Statsfongslinum aftur, so stóran skund, at blaðmenninir ikki fingu orðið á kenda føroyingin.
Men Mariann Poulsen hevði kortini eina ávísa trongd at »forklára« seg, tí seinni í gjárkvøldið ringdi hon til Tobias Schultz, blaðmann á Ekstrablaðnum, sum hevur fylgt málinum gjølla líka síðani tað tók seg upp.
Erotisk hugbinding
Mariann Poulsen hevur verið ógvuliga lítið frammi í føroyskum fjølmiðlum, men hevur ikki hildið seg aftur, tá tað eru danskir blaðmenn, sum hava vilja havt orðið á hana.
Og tað hevur ikki skortað við ávaringum til aðrar kvinnur frá nú fráskildu føroysku Mariann Poulsen.
- Latið verða við at seta tykkum í samband við hann, uttan mun til hvat hann skrivar í einum brævi. Latið tykkum ikki lumpa. Og tað er ikki bara galdandi fyri hann, men fyri allar, sum hava psykopatiskar ábendingar. Hann fer at verða ótrúgvur og gera tápulig ting aftur, segði Mariann Pojulsen í »Go’ aften Danmark«.
Og tað eru ikki meiri enn tíggju dagar síðani ein táravætað Mariann Poulsen aftur var at síggja á skíggjanum í sendingini QTV hjá Pernille Aalund. Har avdúkaði hon, at Peter Lundin hevði hugbundið hana við vøkrum orðum – og einum mannligum likamsluti, sum er kendur fyri at breiða gleði millum kvinnur, sum Ekstrablaðið málber seg.
- Ein erotisk hugbingind, sum Mariann Poulsen kallaði tað í sjónvarpssendingini.
Ringdi til Tobias
Um tað var tann sannroynd, at Ekstrablaðið avdúkaði hana, tá hon aftur vitjaði Lundin í fongslinum, ella tað vóru aðrar orsøkir, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum valdi Mariann Poulsen at ringja til Tobias Schultz, blaðmann á Ekstrablaðnum, fyri at »forklára« seg.
- Eg vitjaði Peter í fongslinum eina seinastu ferð fyri at enda alt á ein virðiligan hátt. Tað er hent so nógv síðani vit vórðu gift, og hann hevði so nógv at siga mær, og eg hevði eisini nógv at siga honum, segði Mariann Poulsen við Tobias Schultz.
- Vit hava bæði verið ein rættiliga túr gjøgnum miðlamylluna, og nógv hevur verið sagt og skrivað. Tað hevur verið hart fyri okkum bæði.
- Eg kendi, at tað rættasta var, at vit hittust eina seinastu ferð fyri at tosa út um tingini. Vit hava jú elskað hvønannan og verið gift...
Eg eri ógvuliga fegin um, at eg fekk endað tað við hann á ein virðiligan hátt. So eg eri lættað, men eisini kedd. Hetta er ein syrgiligur máti at enda eitt parlag uppá, segði Mariann Poulsen við Tobias Schutlz.
- Men hetta var so tað. Eg fari ongantíð at síggja hann aftur, bedýraði hon fyri Ekstrablaðnum.
Tobias Schultz sigur við Sosialin, at Mariann ljóðaði avklárað, tá hon segði hetta møtið við Lundin ikki bert var endin á forholdinum teirra millum, men eisini endin á einum tíðarskeiði í hennara lívi, har hon hevur lært bæði eitt og annað.
Heim til Føroya
Sambært Mariann sjálvari er eitt kapittul í lívi hennara nú liðugt skrivað, og nú vil hon fegin sleppa burtur frá øllum.
- Tá eg kom niður aftur til Danmarkar úr Føroyum, eftir at hava verið heima eftir dóttir míni, læs eg alt tað, sum Ekstrablaðið hevði skrivað. Og tað var í veruleikanum bara sannleikin, sum kom fram. Og tað er jú í lagi. Eisini fyri meg, segði Mariann Poulsen.
Okkurt er tó íspunnið, heldur hon, treyðugt so.
Mariann Poulsen váttar annars fyri Tobias Schultz, at hon ætlar sær at flyta heim til Føroya nú. Men ikki með alla.
- Eg fari heim í eina tíð fyri at sleppa burtur frá øllum og fáa fríska luft aftur. Mær leingist eisini at síggja familjuna aftur og gera tað, sum er best fyri hana. Men eg komi aftur til Danmarkar at gera meg lidna við pedagogútbúgvingina, sigur Mariann Poulsen við Tobias Schultz.
Við Sosialin sigur danski blaðmaðurin, at vit ikki skulu royna at skilja Mariann Poulsen.
- Eg gjørdi tann feilin, at eg analyseraði Mariann Poulsen á sama hátt, sum eg vanliga analyseri øll onnur. Men tað skal mann ikki gera. Vit hava øll okkurt, sum onnur – og kanska vit sjálvi eisini – ikki skilja, og Mariann Poulsen hevur so hesa hugbindingina av Peter Lundin. Í dag analyseri eg hana ikki. Eg lati tað bara koma, lurti bara, sigur Tobias Schultz við Sosialurin.
Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Mariann Poulsen, men tað eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar.