Marian Guttesen gott ummæli í Gaffa

Nýggja fløgan hjá Mariu Guttesen fær fýra stjørnir av seks í tónleikatíðarritinum Gaffa



Sambært ummælaranum á Gaffa leggur stílurin á fløguni ”Wide Open” seg tætt at Tina Dickow, meðan íslendska Bjørk týðiliga ikki er fremmand fyri Mariu Guttesen.

Kortini hevur Maria Guttesen sítt heilt egna úttrykk við sínum bleyta og streingjandi vokali, verður sagt. 


Samanumtikið lýsir ummælarin Mariu Guttesen sum eina songkvinnu, ið er á tremur við ambitiónum, vilja, hjarta og ikki minst evni til at fáa tónleikin at flóta lættliga frá síni egnu sál til okkara.

Maria Guttesen hevur eini serlig evni at fáa sín tónleik at flóta frá síni egnu sál til lurtarans, sambært ummælara á Gaffa, sum gevur fløguni fýra av seks møguligum stjørnum.