Sangurin Touch My Body er ovast á Billboard singlelistanum, og hetta er 18. Ferðin, at Mariah Carey hevur ein sang ovast á listanum – og tað er oftari enn Elvis. Hinvegin er eitt bretskt navn framvegis frammanfyri Carey. Tað eru The Beatles, sum vóru 20 ferðir ovasta á listanum.










