Maria: Vit vóru ov fjálturstungnar

(Rás2) Hoyr stórskjúttan hjá H71, Mariu H. Weyhe taka samanum 19-31 (8-17) tapið ímóti Kyndli

Kyndilskvinnur hava eitt og trýkvart bein í Faxe Kondi finaluni 2018 aftaná ein 31-19 sigur á H71 í tí fyrru hálvfinaluni, sum var spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld. Í steðginum var Kyndil á odda 17-8. Tá 13 minuttir vóru farnir var Kyndil á odda 8-0.

 

Toppskjútti hjá H71 var Maria Halsdóttir Weyhe við 12 málum. Toppskjútti hjá Kyndli var Turið Arge við 11 málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við stórskjúttan hjá H71, Mariu Halsdóttir Weyhe sum skoraði 12 av teimum 19 málunum H71 fekk í dystinum.

 

Mariu Halsdóttir Weyhe iðrar seg um, at hon og liðfelagarnir vóru ov fjálturstungnar fyrstu løtuna tá Kyndil legði seg á odda 8-0.

 

Men framtíðin er góð hjá H71-kvinnum. Miðalaldurin á liðnum er undir 20 ár, og fleiri á liðnum skulu spæla U18 steypafinalu ímóti Neistanum um níggju dagar. 

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við Mariannu Geirsdóttir Eystberg hjá Kyndli kann hoyrast HER

 

Dystarendin sum Tróndur Arge segði frá á Rás2, og samanumtøkan hjá Teiti Joensen, viðmerkjara av dystinum millum Kyndil og H71 kann hoyrast HER