Felags kirkjuráðsfundur hevur verið í Norðstreymoyar prestagjaldi í kvøld. Her innstillaðu kirkjuráðini Mariu Jørðdal Niclasen í kallið sum sóknarprestur.
Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir ein sóknarprest í embætið.
Eftir ætlan skipar Uni Næs dómpróstur komandi sóknarprestin við bústaði á Kirkjuteigi í embætið við gudstænastu í Kvívíkar kirkju 22. mars.
Prestagjaldið fevnir um átta kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun, Hósvík, Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna.
5 umsóknir vóru til embætið, skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.










