Maria var toppskjútti tá Horsens tapti føroyingauppgerðina

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg vunnu týðandi sigur á heimavølli

Mynd: Ritzau Scanpix

Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag. 

 

Í Fælled-høllini í Skanderborg vunnu Súna K. Hansen og hinar hjá heimaliðnum 29-24 á Mariu P. Nólsoy og liðfeløgum hennara í Horsens. Í steðginum var Skanderborg á odda við tveimum málum, 15-13.

 

Súna skoraði tvey mál upp á sjey málroyndir. Hon legði eisini upp til tvey mál (assist), og vann liðnum eitt brotskast.

 

Maria skoraði sjey mál upp á níggju málroyndir, og hon var toppskjútti hjá Horsens í dag. Maria legði eisini upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast. Maria var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Horsens í dag.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum slapp næstan ikki upp í part, tá lið hennara, Ringkøbing á heimavølli vann 37-29 (13-12) á Bjerringbro. Stephanie Christensen vardi málið hjá Ringkøbing gott og væl allan dystin. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirStig
1Team Esbjerg2243
2Odense 2242
3Nykøbing Falster2234
4Ikast 2231
5Viborg2229
6Keypmannahavn2224
7Sønderjyske2218
8Horsens2216
9Silkeborg-Voel2214
10EH Aalborg2214
11HØJ2213
12Ringkøbing2212
13Skanderborg2211
14Bjerringbro227

Mynd: Ritzau Scanpix