Maria Tróndarson farin

Sunnudagin bórust boðini um, at Maria Tróndarson í Havn var deyð, einans 38 ára gomul. Maria var úr Havn, dóttir Trónd Tróndarson úr Skálavík og Doris f. Blåsvær av Argjum

Maria var lærari, hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1988, og árið eftir fór hon í starv sum lærari á Venjingarskúlanum, har hon hevur verið síðani.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Maria sjúk. Hóast hon var komin fyri seg aftur, so tók sjúkan seg uppaftur ? og so meint, at hon doyði í heiminum síðsta sunnumorgun.
Maria átti trý børn, Rannvá, Trónd og Tórald, sum eru ávikavist 16, 14 og 8 ára gomul.
Eyðkent var blíða smílið og lætta lyndið hjá Mariu. Hon var nógv avhildin, bæði sum lærari, starvsfelagi og sum menniskja. Tað vísti eisini tann stóri skari, sum í og rundan um Vesturkirkjuna fylgdi henni til jarðar annan jóladag.