Maria Summers við Skipá prestvígd og innsett sunnudagin

Sunnudagin 25. august klokkan 11 verður 28 ára gamla Maria Summers við Skipá prestvígd í dómkirkjuni í Havn. Klokkan 18 um kvøldið verður hon innsett sum prestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við bústaði í Vestmanna

Maria Summers við Skipá hevur lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon varð liðug í januar í ár, og í vár hevur hon verið á pastoralseminarium.

Fyrr í summar varð starvið í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við bústaði í Vestmanna lýst leyst. Tað varð lýst leyst, tí broytingar vórðu gjørdar í starvsøkinum. Marjun í Kálvalíð hevur verið prestur í hálva tíð í Vága prestagjaldi, og hálva tíð í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. Men nú hevur bæði Vága prestagjald og Norðstreymoyar vestara prestagjald fingið eitt fingið eitt hálvt starv afturat. Marjun í Kálvalíð skal røkja starvið í Vágum, og starvið í Vestmanna varð lýst leyst at søkja.

Tey trý kirkjuráðini í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði valdu at kalla Maria Summers við Skipá sum prest, og hon byrjar 1. september.

Tað er Jógvan Fríðriksson, bispur, ið hevur prestavígslunaí dómkirkjuni. Innsetanin í Vestmanna kirkju stendur Uni Næs, dómpróstur, fyri. Maria Summers við Skipá hevur prædikuna. Eftir innsetingargudstænastuna verður bjóðað til kalt borð í missiónshúsinum.

Maria Summers við Skipá er 28 ára gomul og verður, nú hon byrjar, yngsti prestur í landinum. Hon er gift við Tummas við Skipá, og tey eru bæði úr Havn.

Prestagarðurin í Vestmanna verður umvældur í løtuni, og tey fara at búgva í Havn til umvælingin er liðug, væntandi í november ella desember.