Maria og Trygvi Samuelsen silvurbrúdleyp

Mánadagin 24. november hava foreldur okkara verið gift í 25 ár.

Maria, sum er fødd 5. august 1953, er dóttir Kristian og Enu Zachariasen úr Streymnesi. Seinastu tvey árini hevur hon starvast sum hjálparfólk á Apotekinum í Havn.
Trygvi, sum er føddur 31. mai 1952, er sonur Onnu og Petur Mohr Samuelsen úr Kollafirði. Hann bleiv útbúgvin sum lærari í 1977 og hevur starvast í 25 ár sum lærari við Kollafjarðar skúla.
Hesi nógvu ár tey hava verið saman, hava tey fingið fýra børn, Bárður, Petur, Ena og Jákup. Eisini hava tey tvey deilig ommu- og abbabørn, Linda Maria og Trygvi Jóhann.
Nakað, ið sermerkir foreldur okkara er serliga føroyski dansurin, sum tey hava verið við í í nógv ár. Tey hava staðið fyri barnadansi í Kollafirði í nøkur ár og eisini skipað fyri nøkrum uttanlandaferðum við dansinum.
Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík leygarkvøldið 29. november 2003.

Børnini