Maria og Kent hjálptu til í Kambodia

- Í heyst seldu vit 62N. Vit verða tó verandi í ferðavinnuni og fara eitt nú at bjóða útlendingum heim til okkara vakra oyggjaland, sigur Maria Samson Christensen.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Árið 2014 hevur verið sera hendingarríkt. Kent, eg og døtur mínar, Sara og Rebekka, vóru í Kambodja frá hálvum januar til hálvan apríl. Vit vóru knýtt at eini kirkju, har vit gjørdu hjálpararbeiði við eitt nú at undirvísa í enskum og vera við til at stovna ein barnagarð/forskúla.

 

Tað sigur Maria Samson Christensen, sum er gift Kent Christensen. Tey bæði eru kend úr ferðavinnuhøpi og hotelvirksemi.

 

Maria sigur, at túrurin í Kambodia gav teimum nógv og vísti teimum, at tað er nógv, sum vit eiga at verða takksom fyri.

 

- Í august mánaði seldu vit 62N. Vit verða tó verandi í ferðavinnuni, Kent og eg, og við nýggja felagnum MAKE travel fara vit eitt nú at bjóða útlendingum heim til okkara vakra oyggjaland.

 

Hon sigur, at í oktober varð elsta dóttir hennara, Sara, fermd, og hetta var ein stórur dagur og eitt vegamót í lívinum, sum Maria tekur til.  

 

Nýggjárið varð hildið saman við manni og døtrum heima hjá foreldrunum hjá Mariu.

 

- Pápi mín er kokkur, so maturin var í topp á nýggjárinum.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Eg plagdi at geva nýggjárslyftir, men tey halda sjáldan, so eg havi valt at droppa tey. Velji at njóta hvønn dag, vit hava, verða góð við tey rundan um meg og verða takksom fyri tað, vit hava.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- At hava lív og heilsu at uppliva nógv góð ár framyvir. Gott veður til Sørvágs Country- & Bluesfestival - og at sloppið aftur til Kambodja. Ynskini kunnu vera mong.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?

 

- Eg vóni, at 2015 verður eins spennandi og 2014. Vit hava keypt eini gomul hús í Sørvági, sum vit eru í ferð við at seta í stand. Ætlanin er at hava eina café (Café Fjørðoy), eitt Ból & Biti (Guesthouse Hugo) - og so eina MAKE travel skrivstovu. Væntandi verður hetta klárt í mars mánaði, sigur Maria Samson Christensen.