Maria og Jákup tey vanligastu

Hóast navnanevndin fyri átta árum síðan gjørdi ein fjølbroyttan lista við alskyns nøvnum, ið sjáldan ella ongantíð høvdu verið at sæð fyrr, so eru tað enn tey meira vanligu nøvnini, ið eru best umtókt og soleiðis halda fram at vera tey vanligastu føroysku nøvnini.

»Hvussu skal barnið eita?« spyr prestur, og so verður svarað.

Tað svarið, ið oftast er komið fyri, síðan navnalógin kom í gildi í 1992 og fram til árslok 1998, er Maria.

45 gentubørn hava fingið hetta navnið millum 1992 og árslok 1998. Harafturat hava 60 gentubørn fingið navnið Maria sum seinna fornavn - tildømis sum Anna Maria.

Vanligasta dreingjanavnið hevur verið Jákup. Navnið fingu 50 dreingjabørn í tíðarskeiðnum 1992-98. Harafturat hava 24 dreingjabørn fingið navnið Jákup sum seinna fornavn.

Hesi bæði nøvnini eru traditionel føroysk nøvn, ið stava frá kristindóminum.

Við fólkateljingini í 1801 ber til at síggja, at tá lá navnið Jákup sum nummar tvey á listanum yvir vanligastu mannfólkanøvnini í Føroyum. Tað vanligasta tá var at eita Jógvan.

Navnið Maria var í 1801 nummar átta á listanum yvir vanligastu konufólkanøvn í Føroyum. Tá var Anna nógv tað vanligasta. Heili 552 av teimum tá 2624 kvinnunum í landinum bóru tá navnið Anna.

Á listanum yvir mest brúktu nøvn í tíðarskeiðnum 1992-98 var Anna tað næst mest nýtta konufólkanavnið.

Sum heild eru tað nógv nøvn, sum ganga aftur í navnalistanum frá 1801 og listanum yvir nøvn, ið givin eru børnum millum 1992 og 1998.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....