HERVERK
Tórshavnar kommuna hevur gjørt nógv burtur úr jólunum við nógvu ljósketunum og serstakliga við hugnaliga jólabýnum í Sparikassagarðinum. Trupulleikin er bara, at jólabýurin fær ikki frið.
- Tað byrjaði fyri tveimum vikuskiftum síðani, men nú er tað blivið til hvørt kvøld, at ungdómar gera seg inn á jólabýin, sigur Rókur Tummasarson frá Snarskivuni.
Hann sigur, at lásini verða brotin, og so sita ungdómar eftir øllum at døma inni í húsunum og hugna sær og roykja. Eisini verða ljósperur brotnar, og hetta hendir sjálvt um Ansni hevur eygað við jólabýnum.
- Tað er næstan so, at tað er frægari í vikuskiftunum, tí tá er so nógv fólk í býnum. Og tá hava vit eisini vaktir gangandi at ansa eftir jólabýnum, tá dansurin endar, sigur Rókur Tummasarson.
Hann heldur, at tað er ógvuliga harmiligt at herverk skal verða gjørt á jólabýin, tí kommunan hevur nýtt nógvar pengar upp á hann.
- Vit hava fingið nýggj hús, sum eru gjørd í samstarvi við Tekniska skúla. Tað hevur kostað kommununi 200.000 krónur, og tá er tað harmiligt, at noyðast at brúka nógvar pengar til umvælingar og vaktir, sigur Rókur Tummasarson.
Brotið dukkur
Rókur metir, at tað eru ungdómar, sum einki annað hava at taka sær fyri, sum gera seg inn á jólabýin.
- Gerandiskvøld er einki fólk vanliga í býnum, og tá er lættari hjá teimum ungu at krógva seg. Viðhvørt sær tað út, sum hava tey roynt at seta eld á, men tað kann kanska hava verið rakettir ella annað nýttársfýs, sum kann hava verið brent av, sigur Rókur Tummasarson.
Eisini hava ótangarnir gjørt seg inn lutir í jólabýnum, og tað eina kvøldið hevði onkur brotið høvdið av Mariu Moy.
- Vit hava nú eisini verið í samband við løgregluna og heitt á hana um at hava eyguni við jólabýnum, tá teir koyra runt um næturnar kortini, sigur Rókur Tummasarson.
Men enn er so neyðugt hvønn morgun at sópa glassplintur saman og seta nýggjar perur í ljósketurnar, eins og nýggj lás mugu setast á húsini. Og tað harmast tey, sum hava við jólabýin at gera, um.