Maria Mørkøre letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 3.11 kl 16:00
Maria Mørkøre er fødd 1967 í Klaksvík.
Hevur gingið á Listaskúla í Hillerød 1996-98.Hon livir av at mála málningar og undirvísir eisini í myndlist.
Maria hevur verið við á felags framsýningum, t. d á Ólavsøkuframsýningum og havt fleiri einsæris sýningar. Íblásturin kemur úr nátúruni, úr bygdaløgum og menniskjum.
- Ein inn og útsúður í litum, ið vitjar aftur til impressionismuna. Hon letur eisini skapini í ekspressivu málara kvørnuna, ið ruggar í vældæmdum bygdaumhvørvi bæði í fríðum lofti og á dyrgingarferðum millum litríkar, listaligar vindar, sum er ein frøi fyri eygað at sjá, verður sagt í tíðindaskrivi.