Maria á Lakjuni og bólkurin Kular Røtur fara at framføra í Silvalandi á Summar Festivalinum í august.
Fuglfjarðagentan Maria á Lakjuni hevur givið tónleik út, sum hevur verið nógv at hoyrt, og hon hevur eisini framført víðahvar seinastu árini. Hon fer at syngja sínar kendu sangir fyri gestunum í Silvalandi.
Kular Røtur hava síðani aldarsskiftið givið føroyskum børnum og familjum frálíkar barnasangir á føroyskum máli. Rakul Ró, Beinir og hini í bólkinum fara á Summar Festivalinum at spæla teir góðu, gomlu og nýggjari sangir hjá Kulum Rótum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august