Maria komin til Føroya

Nýggi loðs- og sleipibáturin hjá Faroe Agency er komin nú komin til Føroya

 

Nú er nýggi loðs- og sleipibáturin, sum Faroe Agency í Havn, hevur útvegað, komin til Føroya.

 

Hann hevur fingið navnið, Maria og er smíðaður í Turkalandi.

 

Faroe Agency, sum umboðar nógv útlendsk skip í Føroyum og Maria skal brúkast, tá ið skip, sum felagið umboðar í Føroyum, koma higar til lands.

 

Maria í Akrabyrgi eigur og rekur Faroe Agency saman við Karl Erik Reynheim og tey eru bæði stjórar í fyritøkuni.

 

Herfyri segði hon í samrøðu við www.in.fo, at tað verður ikki soleiðis, at tey fara at klára allar uppgávur sjálvi við nýggja bátinum.  

 

Men loðs-og sleipibáturin fer at verða partur av okkara tænastuveitingum

 

Hon sigur, at nýggi loðs-og sleipibáturin er nakað hægri bygdur enn Pressarin hjá MEST, sum felagið plagar at brúka, og at nýggi báturin hevur eisini góða maskinkraft.