Maria í Haldórsvíkar kirkju

Í kvøld, týskvøldið 5. mars fer nýggi viðareiðisprestur, Maria Jørðdal Niclasen, at greiða frá sínum lívi

og lesnaði. Fyrilesturin byrjar kl. 20 í Haldórsvíkar kirkju og er partur av

føstutiltøkunum, sum verða hildin í Norðstreymoy.

Tað lá ikki í kortunum, at Maria skuldi gerast prestur. Hon vaks upp í brøðrasamkomuni á

Eiði, las guðfrøði í Keypmannahavn, og í fyrilestrinum fer hon m.a. at røða um

reaktiónir frá fólki, í hvønn mun vit lata søguna verða skrivaða fyri okkum, og í

hvønn mun vit eru virknir skribentar, og hvussu vit sjálv kunnu geva okkara

tilveru meining og innihald.