Føroyska songkvinnan Maria Guttesen spælir í annaðkvøld konsert í Fatter Eskil í Århus. Fatter Eskil er eitt hugnaligt spælistað, har ið livandi tónleikurin verður settur í hásæti.
Maria verður stuðlað av fýra tónleikarum. Morten Ærø leikar trummur, Henrik Lybech spælir ljómborð, meðan tær báðar Lene Drachmann og Sophie Ziedoy syngja kór.
Tónleikurin hjá Mariu er at meta sum inniligur poppur. Í Føroyum hevur hon spælt fleiri minniligar konsertir; m.a. í Miðlahúsinum í fjørsummar. Hennara nýggjasta útgáva, sum er ein sokallað ?live fløga?, er sera væl móttikin, og er javnan at hoyra í føroysku loftmiðlunum. Vit skilja, at Maria fer at framføra løg frá teimum trimum útgávunum, sum hon hevur borgað fyri. Men eisini verður okkurt nýtt á skránni, skilst.
Maria fær eisini forkunnugan stuðul frá einari aðrari kendari songkvinnu. Lena Andersen fer at byrja kvøldið við at spæla nøkur løg unplugged.
Konsertin byrjar kl. 21.30 stundisliga. Atgongumerki kosta kr. 60.
Lesið meira á www.mariaguttesen.dk ella á www.myspace.com/mariaguttesensolo










