Maria Guttesen og Hjalmar og Vinfólk í Tvøroyrar Klubba

Maria Guttesen hevur konsert í Tvøroyrar Klubba í kvøld og til dansin spæla Hjalmar og Vinfólk Maria Guttesen er á konsertferð í Føroyum og í kvøld fer hon á pall í Tvøroyrar Klubba.

Hjalmar og Vinfólk fara á pallin í Tvøroyrar Klubba í kvøld og leygarkvøldið at spæla til dans. Farna vikuskiftið spældi ein víðkað manning av hesum bólkinum eitt væleydnað dansikvøld á Skarv í Keypmannahavn undir navninum Neil´s Band, har myndin omanfyri er tikin.

Í klubbanum í kvøld og í annaðkvøld fara Neil Joensen, guitar, kór, Hjalmar Magnussen, guitar, sang og Dagfinn Olsen, bass, kór, á pallin.

Í Keypmannahavn vóru tónleikararnir ? umframt áðurnevndu ? eisini Tróndur Enni, Thorbjørn Lisberg, Pætur við Keldu, Guðrun S. Jacobsen og Uni D. Reinert.