Hóskvøldið spælir Maria Guttesen konsert í Krudttønden í Keypmannahavn. Hetta er seinasta konsertin hjá Mariu í hesum umfarinum.
Eftir summarfrítíðina fer Maria í holt við fyrireikingarnar til komandi fløgu sína.
Hon hevur júst verið við á Nordic Cowriting, har útvaldir sangskrivarar úr Norðurlondun samstarvaðu um at skriva sangir í 3 dagar.
Tvey av løgunum, ið Maria var við til at skriva, vóru framførd í Musikhuset í Århus fríggjakvøldið SPOT-festivalinun.
Sum upphiting til Mariu hóskvøldið spælir danska songkvinnan Sara Grabow. Konsertin er hóskvøldið 7. juni í Krudttønden í Keypmannahavn kl .20.30. Kostnaður 70 kr
Les meira á www.myspace.com/mariaguttesensolo og krudttonden.dk










