Í kvøld klokkan 21 fer Maria Guttesen at hava konsert í Klaksvík Hendan verður hildin í Atlantis, og hevur Maria egnan bólk við sær. Upphitingini stendur Gurið Hansen fyri. Framførslan er partur av Føroya-ferðini, har Maria spælir tríggjar konsertir. Hinar báðar konsertirnar eru í Klubbanum á Tvøroyri, har hon spælir fríggjakvøldið. Og leygarkvøldið er talan so um framførslu í Norðurlandahúsinum í Havn.