Maria Guttesen heilt einsamøll

Hósdagin 27. oktober hevur Maria Guttesen konsert í Deli de Luxe í Århus. Maria hevur seinastu tíðina spælt konsertir saman við Lenu og Amalie Riis, undir heitinum 3 original blondes. Men hóskvøldið fer hon einsamøll á pallin.

Hetta er fyrsta solokonsert hjá føroysku songkvinnuni, eftir at hon í nøkur ár hevur staðið á odda fyri bólkinum Divided Minds.
Á konsertini fer Maria at framføra egin løg, ið Lene Drachmann hevur gjørt orð til. Maria fer um stutta tíð í upptøkuhølið at spæla nýggja fløgu sína inn, ið eftir ætlan kemur út til várs.
Á www.mariaguttesen.dk ber til at taka niður løg hjá Mariu, og eitt nýtt lag verður lagt á heimasíðuna hvønn mánað. Konsertin við Mariu Guttesen hóskvøldið byrjar kl 21, og tað er ókeypis atgongd í Deli de Luxe ið liggur í M.P. Bruunsgade 42.