Í dag er Maria Guttesen at hoyra á DK4 klokkan 22 danska tíð DK4 sendir í kvøld klokkan 22, danska tíð, eina konsert við føroysku Mariu Guttesen. Maria er tónleikari, sangari og tónasmiður, og hevur búð í Danmark í mong ár, eftir at hon sum ung fór til Danmarkar. Hon hevur givið fleiri fløgur út og hevur javnan havt konsertir í Føroyum.
Sendingin verður eisini send í morgin klokkan 15 ? danska tíð.










