Í vikuni hevur frystilínuskipið Ågot, sum tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum útróðrarmonnum, verið inni í Ilullissat (Jakobshavn) og landað.
Veiðan, teir løgdu upp hesaferð, var millum 125 og 130 tons av svartkalva.
- Í vikuni hevur Ågot eisini skift fólk. Ronnie Heinesen og Mikkjal P. Lamhauge eru farnir heim og Hjaltur Poulsen, konan, Maria og dóttirin, Steintóra, eru farin umborð.
Símun í Vátutoft, kokkur, sum í løtuni er heima og heldur frí, men sum hevur frætt úr Grønlandi, sigur, at Maria skal vera kokkur umborð tíðina, sum er eftir í Grønlandi.
- Hetta verður helst til mánaðarskiftið, oktober/ november, leggur hann aftrat.










