Maria er aftur einsamøll

Maria Guttesen er ikki longur songkvinnan í danska popp/rokk bólkinum Divided Minds, hetta sigur føroyska songkvinnan í tíðindaskrivi. Maria Guttesen hevur seinastu vikurnar spælt fleiri konsertir sum einstaklingur, og hetta er sambært Mariu ein byrjan til eitt nýtt kapitul í hennara yrkisleið sum einstaklingur á tónleikapallinum.


Á heimasíðuni www.mariaguttesen.dk ber til hvønn mánað at hoyra eitt nýtt lag hjá Mariu. Lagið í november mánað kallast I´m to happy. Hetta er fyrstu ferð at møguleiki er hjá tí breiðu fjøldini at hoyra lagið.
Lagið verður lagt út týsdagin 1. november, so um skjótt verður borið at, ber til at taka lagið fyri oktober mánað, ið kallast Fear of the dark niður av heimasíðuni.
Øll løgini, ið verða løgd út á heimasíðuna eru liveupptøkur, og tað er ókeypis at taka tey niður.