Maria M. Dam ringdi úr Hoyvík. Hon hevði fingið fulla plátu í gekka-spælinum, og høvuðsvinningurin var á 1,8 miljónir skattafríar krónur.
Gentan úr Hoyvík valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar - við 600.000 krónum í hvørjum leypi, og nú var spenningurin í hæddini.
Eftir lítlari vegleiðing frá gekkavertinum, fann hon skjótt út av, hvussu hon skuldi seta ferð á hjólið, sum í fyrstu royndini steðgaði á 20.000 krónum.
- Umaftur, var svarið úr Hoyvík.
Í aðru royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, men hesaferð var Maria M. Dam bert tveir seymir frá gula leypinum við 600.000 krónum í.
- Umaftur, var svarið á øðrum sinni úr Hoyvík.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið enn einaferð á 20.000 krónum, sum soleiðis gjørdist vinningurin hjá hini 12 ára gomlu í kvøld.
- Takk, túsund takk, segði Maria M. Dam, sum soleiðis slapp at royna eydnuna í gekka-spælinum í kvøld.











