Maria: Eg vil ávirka fólk

Maria Winther Olsen úr Havn hevur seinastu árini staðið fyri ella verið við í fleiri framleiðslum av stuttfilmum. Nú er hon í holt við fyrsta spælifilmin, Nina, sum er upptikin í Føroyum í summar.

– Fyri meg snýr tað seg um at siga søgur gjøgnum myndir. Tað er spennandi at vita, hvat ein mynd kann fortelja. Filmsmiðilin er sterkur, tí hann savnar alt – orð, tónleik, sjónleik, myndir og annað, sigur Maria Winther Olsen við Sosialin í dag.

– Tað er fasinerandi at uppliva reaktiónir upp á filmar, sum tú hevur gjørt. Eg havi altíð havt tað innan í mær, at eg vil siga søgur og royna at ávirka fólk. Ja, eg havi verið eitt sindur dramatiskt og havi hildið tað vera spennandi, um eg kundi fáa fólk at gráta av einari søgu, sigur hon við einum smíli.

Nýggi filmurin hjá Mariu Winther Olsen gongur fyri seg í Kalsoynni, hagar eitt danskt par flytur at búgva.

– Tá eg geri film er tað ikki ein ávísur boðskapur eg vil hava fram, men heldur at geva hyggjaran eina uppliving. Men við Ninu hevur tað tó veirð sindur øðrvísi, tí við spælifilminum vóni eg, at Nina kann hjálpa við at avtabusera sálarliga sjúku, sigur Maria Winther Olsen.

Longri samrøða við Mariu Winther Olsen kann lesast í Sosialinum, sum kom út seinnapartin.