Maria Damanaki til Føroya

Í næstu viku kemur umstríddi fisk­i­vinn­u­komm­is­er­ur­in hjá ES, Maria Dam­anaki, til Føroya at vitja.

Tað er Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður í fiski­vinnumálum, sum hevur boð­ið henni hendavegin.

Damanaki kemur til Føroya mikudagin, men vitj­an­in verður stutt, tí hon fer avstað aftur longu hós­dagin.

Jacob Vestergaard sigur, at tað er sjálvandi ósemjan um upp­sjóvarkvotur, sum eru á skránni, tá ið hon kem­ur hendavegin.
Enn er skráin ikki løgd, men eru líkindi til tað, ætla tey at vísa henni so nógv av landinum, sum umstøður eru til.

– Vit fara at vísa henni, hvussu vit liva og virka í Før­oy­um so at hon kann gera sær sína egnu meting av okk­um sum fiskivinnutjóð, sig­ur hann.

Jacob Vestergaard held­ur eisini, at tað kann vera gagnligt at hitta fisk­i­vinn­u­kommi­ser­um undir fýra eyg­um her heima í Før­oy­um og tað kann verða ein brikkur í royndunum at røkk­a eini semju.