Seinnapartin sunnudagin verður konsert í Tøting í Syðrugøtu, har dansk orkestrið, Svøbsk, og Maria á Lakjuni, spæla
Svøbsk hevur tvær útgávur á baki, Sig mig, frá 2005, ið var tilnevnd til ársins útgávu í Danish Music Awards, og, En klang af tidløshed, frá 2009.
Hinvegin er fuglafjarðargentan, Maria á Lakjuni, 12 ára gomul og hon gav sína fyrstu fløgu, Vøkur er verðin, út í fjør. - Á fløguni eru 12 løg, ið bera brá av vakurleika, gleði og kærleika og huglagið á f er ljóst og lætt.
|
- Hetta er fyrstu ferð at Svøbsk og Maria Á Lakjuni syngja og spæla í Tøting.