Margretha S. Sigurðsson
Mánadagin bórust deyðsboðini av Margrethu S. Sigurðsson í Klaksvík. Hon var ættað av Eiði, dóttur Hans Jacob Poulsen, fyrsta tingmann Javnaðarfloksins í Eysturoynni og Tominu. Hann varð valdur á ting í 1936, men doyði ungur, 43 ára gamal, í 1937.
Margretha giftist Sigurði Sigurðsson úr Klaksvík í 1939 ? og giftust tey inn hjá verforeldrunum, Jóin á Húsum og Annefíu á Bakkanum í Klaksvík.
Margretha og Sigurð fingu átta børn, sjey synir og eina dóttir, Tórbjørg, sum býr í Svøríki. Sonurin Hans Jacob býr í Danmark, Jóin, Alfons og Tórleif búgva í Klaksvík, Jón Tórur býr í Saltangará og Terji og Hallstein búgva í Havn.
Eins og móðirin, á Eiði, gjørdist Margretha ung einkja. Sigurð doyði longu í 1960 einans 45 ára gamal. Tá var elsti sonurin, Jón Tórur 20 ára gamal, meðan tann yngsti, Hallstein, júst varð fyltur 1 ár.
Tað var sjálvsagt tung hjá henni at sita eftir einsamøll við barnaflokkinum, so har var einki at gera enn at fara út at arbeiða. Hon fór fyrst á Pylsuvirkið og seinni á Kósina.
Dátt sum Margretha skuldi fara at njóta aldurdómin, gjørdist hon sjúk, tá hon fyri níggju árum síðani fekk eina heilabløðing. Hon gjørdist lutvíst lamin, fekk ikki tosað, tó at hon kundi ganga. Hon hevur hesi árini verið á Norðoya Ellis- og Røktarheimi í Klaksvík.
Børnini vóru øll um hana, nú hon legði árarnar inn. Seinasta fríggjadag gjørdist hon sjúk, og hon doyði mánadagin.










