Margretha Næss fekk fyrstu kúluna

Kærleikskúlan 2016 varð handað á Listasavni Føroya fyrrapartin. Hetta er áttanda árið, at Dugni hevur tikið stig til at gera kærleikskúluna. Hvørt ár verður eitt føroyskt listafólk biðið at gera kúluna, og hvørt ár verður fyrsta kúlan handað onkrum, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri tey, sum felagsskapurin Dugni umboðar.

 

- Hetta er á ein hátt byrjanin uppá jólini, segði Niels Ohrt, stjóri á listasavninum, um afturvendandi tiltakið.

- Vit gleðast um, at Dugni aftur í ár hevur valt at hava hátíðarløtuna í Listasavninum, og at vit sleppa at hýsa hesum tiltakinum, sum er ein samanrenning av tí listaliga og tí fólksliga, segði hann.

 

Í ár er tað málarin Eyðun av Reyni, sum hevur sniðgivið kúluna. Hon er einføld, við trimum feltum í ymisklum litum, bláum, reyðum og grønum. Tey ímynda bláa himmalin, reyða kærleikan og grønu vónina.

 

Fyrsta kúlan varð handað Margrethu Næss. Hon hevur í mong ár arbeitt fyri at framleiða føroyskar ljóðbøkur. Fyrstu bøkurnar fekk hon lisnar inn miðskeiðis í áttatiárunum, meðan hon var forkvinna í MBF, og hon hevur hildið á við virkseminum, inntil hon gavst fyri aldur í fjør.